Góð lasagna

Jórun Pólsdóttir D hevur lagt hesa uppskriftina út

19. mai, 2010

Bólkur: Annað Pastarættir

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

- uml. 800 g hakkað oksakjøt

- 1 pakka av lasagnuplátum (tað leypur helst av)

- 2 blikk av hakkaðum tomatum

- grønmeti eftir egnum vali, ella:

-1 1/2 piparfrukt

-100 g soppar

-3-4 gularøtur

- 1 reyðan leyk

- 2 bátar av hvítleyki

- 1 pakka

70 minuttir at gera

Uppskriftin er til 4-6 persónar

Mannagongd

- Set ovnin at hita so høgt sum stendur á pakkanum við lasagnuplátum.
- Brúnkað hakkaða kjøtið í grýtu.
- Meðan kjøtið brúnkast, hakkað grønmmeti passaliga smátt.
- Tá alt kjøtið er brúnt, stoyt hakkaðu tomatirnar yvir kjøtið.
- Ger ein mjøljavning av mjøli, mjólk og eitt lítið sindur av vatni (uml 250 ml). Tá hetta er blandað væl, stoyt í grýtuna saman við kjøtinum og tomatunum, og lat koma upp á kók. Er sósin ov tunn, lat meira javning í.
- Lat hakkaða ella knústa hvítleykin í.
- Herífrá má smakkast væl á sósina fyri at fáa hana góða. Lat krydd í. Tað fer nógv krydd til av øllum sløgunum. Serliga nógv skal nýtast av paprika og oregano.
- Sósin skal heldur ikki smakka alt ov nógv av tomat, so smakka til og tilset eyka mjólk í sósina.
- Tá sósin hevur ein bleytan og væl kryddaðan smakk er hon góð.
- Legg í stórt eldafast niðast eitt tunt lag av kjøtsós. So lagvíst lasagnuplátur, kjøtsós og grønmeti. Enda við einum lagi av lasagnuplátum og kjøtsós omaná.
- Tað stendur á pakkanum við lasagnuplátum, hvussu leingi tær skulu standa í ovninum. Fylg ásetingini á pakkanum, og tak fatið út áðrenn teir tíðstu 15 min. til at stroya ost yvir, og set innaftur í 15 min.

Send eina viðmerking