Føstulávintsbollar

Heini Festirstein hevur lagt hesa uppskriftina út

2. apríl, 2010

Bólkur: Bakstur Bollar

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

2 dl mjólk

75 gr ger

1 tsk salt

50 gr sukur

2 egg

200 gr smør/margarine

500 gr mjøl

Fylla 1:

100 gr marcipan

100 gr sukur

1 spsk mjøl

25 gr smør/margarine

Fylla 2:

1 pk av Paf køkukrem við vanilju

3 dl mjólk

90 minuttir at gera

Uppskriftin er til 6-8 persónar

Mannagongd

Flógva mjólkina og loys gerina upp í mjólkini. Koyr síðani saltið í og eftir tað sukurið. Koyr bæði eggini í. Smelta smørið/margarine'ið og stoyt tað í. Til seinast verður mjølið koyrt í. Lat deiggið heva í ½ tíma.
Deil deiggið í tvey eins stór stykkir. Rulla stykkini til tey eru 30x30 hvør. Sker stykkini í 16 puntar hvør. Á hvønn punt verður fulla 1 koyrd á.
Fylla 1: Rív marcipanið niður í ein bolla. Koyr sjølið, sukuri og smørið/margarine'iði og píska alt saman.
Ger so puntin til ein bolla og legg á bakipappír á bakiplátu, og lat teir standa og heva aftur har í einari 10-15 min. Trýst eitt hol í miðjuna á bollunum við einum fingri og fyll í við fyllu 2.
Fylla 2: Píska mjólkina og pulvuri saman, og lat tað standa í køliskápi í einar 15 min.
Baka síðani bollarnar í 10-20 min. á 175-200 gradir.
Omaná verður kakao-glasurur koyrdur á.

Bollarnir smakka best heitir ella lunkaðir. Eru teir blivnir kaldir, so er bara at koyra teir í mikroovnin í nøkur sekund. Bollarnir eru væl egnaðir til at frysta.

Send eina viðmerking