Cafe Latte
Tilfar
1 deil Espresso Kaffi
2 deilir heit mjólk
Sjokulátupulvur ella spónir
Søtmeti eftir ynski.
10 minuttir at gera
Uppskriftin er til 1-2 persónar
Mannagongd
Blandað Espresso Kaffi eftir egnum ynski.
Stoyt kaffi í eitt Espressoglas, ella líknandi.
Hita mjólkina og píska hana til skúm.
Stoyt varliga mjólkina omaná kaffi.
ella
Lættari er at stoyta mjólkina í glasið og hita í mikro-ovni.
Síðan píska mjólkina til skúm.
Stoyt varliga heitt kaffi niðurgjøgnum mjólkina, so kaffi liggur niðast í glasinum og skúmaða mjólkin ovast.
Dryssa sjokulátapulvur ella spónir omaná.
Servera við sukir, putirsukir, sirop við ymiskum smakki osv...