Brún sós

Frk. Joensen hevur lagt hesa uppskriftina út

9. juli, 2010

Bólkur: Annað Sós

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

50 g margarin

2 oxo-terningar

2-3 spsk mjøl

½ tsk salt

1 spsk sukur

kulør

vatn

5 minuttir at gera

Uppskriftin er til 2-4 persónar

Mannagongd

smelta margarinið í einari grýtu við lágum varma, knúsa síðani oxo-terningarnir niður í og rør runt. Koyr so mjølið í (1 spsk at gangin) og rør so gott við einari pískirís. Tynn so blandingina upp við vatnið meðan tú rørir í við pískirísini. Koyr bert eitt sindur av vatni í at gangin, inntil tú fær eina javna sós. til síðst koyrir tú saltið, sukrið og eitt sindur av kuløri í, rør runt og smakka evt sósina til við meira salti ella sukri.

Send eina viðmerking