Kylling við várleyki og karrysós

Frk. Joensen hevur lagt hesa uppskriftina út

12. juli, 2010

Bólkur: Kjøt Kylling

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

500 g Kyllingafilet

300 g jasminrís/basmatirís

1 dós av kokusmjólk

1 bunti av várleyki

½ dl maggi aroma

1 spsk sitrónsevja

1-2 tsk karry

1 tsk sukur

margarin til at steikja við

salt

pipar

paprika

30 minuttir at gera

Uppskriftin er til 2-4 persónar

Mannagongd

Byrja við rísinum, fylg leiðbeining á pakkanum.

Koyr kokusmjólkina í eina aðra lítla grýtu, og set plátuna á miðal varma. Krydda við maggi, sítrónsevju, karry og sukur. Tá kokusmjólkin er hita upp, byrja at smakka hana til og tilset annahvørt meira karry, maggi, sitrónsevju ella/og salt, alt eftir hvussu tú sjálv/ur vil hava sósina.

Tá tú ert vorðin nøgd/ur við smakkin, kanst tú leggja kyllingin á pannuna og steikja hann. Ímeðan kyllingurin verður stoktur, skalt tú skera várleykin á skrá í smá stykkir og síðani koyra várleykin í sósina og lat sósina hita ordiliga upp, tó uttan at kóka.

Tá kyllingurin er stoktur, krydda hann við eitt sindur av paprika, salt og evt cayennepipar. Um tú vil hava mildari sós, ber eisini til at brúka mild karry ístaðin fyri vanligt karry. Eisini ber til at gera hendan rættin við kotelettum ella kalkunfilet.

Send eina viðmerking