Smákøkur við appelsinsjokolátu

Frk. Joensen hevur lagt hesa uppskriftina út

25. juli, 2010

Bólkur: Bakstur Smákøkur

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

(Umleið 40 smákøkur)

150 g myrk appelsinsjokoláta

2 egg

160 g hveitimjøl

80 g brún farin

60 g sukur

1/4 tsk salt

80 g bleytt smør

120+ minuttir at gera

Mannagongd

Sera leskiliga smákøkur, ið mær dámar væl at eiga inni til at eta afturvið einum kaffimunni.

Framfaringarháttur: Sjokolátan skal hakkast í grov petti. Eggini og surki skal pískast saman til eina luftiga blanding. Píska síðani smørið í. Koyr hveitimjøl, salt og brún farin í og rør runt. Rør síðani sjokolátuna í eisini. Formað deiggið til pylsur (umleið 5 cm í tvørmáti) og legg pylsuformaða deiggjið í plastik-foliu. Eftirsum at deiggjið er so bleytt, so skal tað leggjast í frystiboksina í eini 2-3 tímar ella náttina yvir. Tá deiggjið hevur ligið í frystiboksini í ásettu tíðini, skal tað pakkast úr foliuni aftur og síðan skerast í ½cm tjúkkar skivur. Smákøkurnar skulu síðan bakast mitt í einum ovni við 175 gradir í 15 minuttir. Lat tær bakaðu smákøkurnar køla av og legg tær síðani í eina køkudós.

Annað hugskot: Til ber eisini at gera hesar smákøkur við Hindber-, mint- ella chili-sjokolátu.

Send eina viðmerking