Kyllingastrimlar og grønt í paprikaróma

Frk. Joensen hevur lagt hesa uppskriftina út

25. juli, 2010

Bólkur: Kjøt Kylling

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

Uml. 500 g Kyllingafilet

1 leykur

2 piparfruktir

1 squash/courgette

0,5 L róma

Smør (at steikja við)

salt

pipar

paprika

Rís afturvið

30 minuttir at gera

Uppskriftin er til 2-4 persónar

Mannagongd

Sker kjøtið í strimlar, leykin í bátar og piparfruktirnar í strimlar. Sker squash'ina á longs og sker hana síðani í skivur á skrá. Set rísið á kók. Brúnkað kyllingastrimlarnir í smør í einari steikigrýtu ella wok. Krydda við salt og pipar og tak síðani kjøtið úr grýtuni aftur. Steik leykin, piparfruktir og squash í smøri í nakrar minuttir (til tað hevur tikið farvu). Legg kjøtið aftur í grýtuna og drússa við nokk av paprika. Rør gott runt í blandingini. Stoyt síðani róman niðurí blandingina og lat rættin kóka ígjøgnum í einir 5-10 minuttir. Smakka síðani til við paprika og salt.

Onnur hugskot: Til ber eisini at gera hendan rættin við kalkunkjøti (ístaðin fyri kylling) og/ella við eplum (ístaðin fyri rís).

Send eina viðmerking