Tobleronekaka
Tilfar
Lagkakubotnur:
2 egg
100 gr av sukri
35 gr av hveitimjøli
35 gr av eplamjøli
1½ tesk. av bakipulvuri
Marengsbotnur:
2 eggjahvítar
100 gr av sukri
Tobleronekrem:
150 gr av Toblerone
3 súpisk. av róma
2 eggjareyðar (past.)
2 súpisk. a
Mannagongd
Lagkakubotnur:
- Píska eggini og sukrið til tjúkt skúm
- Blanda hveitimjølið, eplamjølið og bakipulvurið saman. Sálda og vend varisliga í eggjaskúmið
- Koyr deiggið í ein smurdan springform (uml. 24 cm í tvørmáti)
- Hita ovnin til 175 stig og baka mitt í ovninum í 20 min.
Marengsbotnur:
- Píska eggjahvítarnar stívar
- Píska sukrið í so við og við
- Tekna ein runding á bakipappír (uml. 22 cm í tvørmáti) og smyr deiggið á
- Hita ovnin til 150 stig og baka mitt í ovninum í uml. 60 min.
Tobleronekrem:
- Smelta Toblerone saman við 3 súpisk. av róma í einari grýtu
- Píska eggjareyðarnar og florsukrið til tjúkt skúm og rør í smeltaða Toblerone
- Píska róman til skúm og rør 3 súpisk. av rómanum í Tobleronekremið
- Smyr eitt tunt lag av Tobleronekremi á lagkakubotnin
- Smyr 1/3 av rómanum oman yvir Tobleronekremið
- Legg marengsbotnin omanyvir og smyr restina av rómanum á
- Fryst kakuna í uml. 60 min. og smyr síðani restina av Tobleronekreminum omaná
Kakan er vælegnað at frysta. Tak kakuna úr frystiboksini 3-4 tímar, áðrenn hon verður sett á borðið
Vælgagnist!