Favorittur til barnaføðingardagar - børnini elska tað
Tilfar
150 g margarin ella smør
5 - mars
150 g rice crisp
30 minuttir at gera
Uppskriftin er til 10-12 persónar
Mannagongd
Smelta margarinið ella smørið í eini grýtu. Eg brúki altíð flótandi margarin/smør. Sker mars í bitar og koyr í grýtuna. Rør í so alt verður ordiliga smelta/rørt saman. Skal ikki kóka. Koyr so rice crisp í og blanda væl saman.
Formað nú tað tú vil burturúr. Td. tøl til føðingardagar, figurar ella annað. Pynta við bomm ella øðrum. Rice crispi kann eisini koyrast í muffinsformar ella brúkast sum botnar.
Ger skjótt av tí kakan kølist skjótt.
Smakkar sera væl og børnini elska tað og er hetta avgjørt ein favorittur til barnaføðingardagar.