Tomat súpan - sterk og lekkur

Hilda Torkilsdóttir Mikkelsen hevur lagt hesa uppskriftina út

20. oktober, 2010

Bólkur: Annað Suppa

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

3-4 gularrøtur

4 medium stór eplir

4 hvítleyks bátar

1 stóran leyk

2-3 piri-piri (turkað chilli)

1 tsk av basilikum

1 tsk av oregano

1 ds av fl.tomatum

1 ds av tomatkoncentrat

1 urteboullion terning

1 litur av vatni

2 spsk av matolju

ein góðan

80 minuttir at gera

Uppskriftin er til 4-6 persónar

Mannagongd

Flys grønmeti og sker tað í grovar terningar. Hita oljuna og svitsa terningarnar. Tilset síðan tomatirnar, basilikum, oregano, vatni og boullionterningin. Til síðst verur "tað gamla" víni tilsett, saman við piri-piri sum tú knúsar ml.fingrarnar í tí tú tilsetur tað. Um onki gamalt vín er inni, tilsetur man bara nýtt.

Lat kóka í ein tíma. Tá tað hevur kókað í ein tíma, tekur tú stavblendarin og blendar alt. Smakkað til við salt og pipari. Suppan skal vera í sterka lagið. Tilset evt. cayenne pipar um tørvur er fyri tí.

Tá oyst er blivið á tallerkin, verur ein spsk. av jogurt naturel tilsett í miðjuna.

Sera góð súpan til "dagen derpå" ella tá ein hevur ilt í hálsinum og hevur forkølilsi.

Send eina viðmerking