Kanelsniglar

Maria Nolsøe Olsen hevur lagt hesa uppskriftina út

23. oktober, 2010

Bólkur: Bakstur Annað

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

Deiggji:

1½ dl mjølk

50 g margarin

25 g ger

1/4 tsk salt

1 spsk sukur

ca 300 g hveitimjøl

Fylla:

50 g margarin

50 g sukur

1 spsk kanel

Mannagongd

Smelta margarini, tak grýtuna av patuni og koyr mjólkina í.
Rør gerina í.
Rør síðan salt sukur og mjøli í.
Elt deiggji gott.
Koyr sindur av mjøl á borið og rulla deiggji út til ein fýrakant ca 25x50 cm.
Rør fylluna saman í eina skál.
Smyr fyllauna á deiggji.
Rulla deiggji saman.
Sker so ca 20 stk.
Stilla sniglanir at heva í ca 20 min.
Ovnurin skal standa á 200 gradir og skal bakast í ca 15 min.

Send eina viðmerking