Svínalundir

Signar Nielsen hevur lagt hesa uppskriftina út

18. november, 2010

Bólkur: Kjøt Svínakjøt

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

1 stk. reyð piparfrukt

1 stk. gul piparfrukt

2 pk. flesk

1 bk. av soppum (250gr)

1 pk. róma

1 dk. tomatpurré

2 stk. Svínalundir

Pipar og hvítleykspulvur

60 minuttir at gera

Uppskriftin er til 4-6 persónar

Mannagongd

Svitsa fyrst piparfruktirnar á pannuni. Ger síðani tað sama við fleskið og sopparnar, hvør sær.

Sker svínalundirnar í lítlar "búffar". Krydda við pipari og hvítleykspulvuri. Steik á pannuni í umleið 3 min. á hvørjari síðu.

Sósina gert tú við at koyra tað mesta av dunkinum av tomatpurré á pannuna saman við rómanum. Tá hetta er væl blandað og blivið heitt, er klárt at koyra í ovnin.

Legg svínalundirnar í eitt eldfast fat og stroy piparfruktirnar, fleskið, sopparnar og sósina omanyvir. Set í ovnin í umleið 20 min á 150 gradir.

Send eina viðmerking