Lekkur og nemmur pastarættur

Olga Arnfinnsdóttir hevur lagt hesa uppskriftina út

18. januar, 2011

Bólkur: Annað Pastarættir

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

1 posi ferskt pasta

1 pakki bacon í tern

1 pakki rivin skinka

1 - 1 1/2 ílat av súrróma 9%

3 - 5 stórir ferskir soppar

1-2 fet hvítleykur

15 minuttir at gera

Uppskriftin er til 1-2 persónar

Mannagongd

Set pasta at kóka, ímeðan steikir tú svitsar tú bacon, skinku og smátt skornar soppar á pannu, í einari lítlari grýtu við síðunar av hitar tú súrróma á lágum hita, til tað blívur til tunna sós.

Tá pastaið er liðugt at kóka, stoytir tú vatnið av og koyrir restina av tilfarinum (sósina og tað av pannuni) saman við. Rør tað spakuliga saman og tú hevur ein lekkran pastarætt á nøkrum minuttum. :)

Send eina viðmerking