Ìslagkaka

Heidi Fagraberg hevur lagt hesa uppskriftina út

19. januar, 2011

Bólkur: Omaná Ísur

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

Botnur:

4 eggjahvítar

2 dl melis

1 dl makrónrasp

Ìsur:

4 eggjablommur

4 súpsk flormelis

4 tsk vaniljusukur

1 pk róma

1 cruince

80 minuttir at gera

Uppskriftin er til 1-2 persónar

Mannagongd

Marengsbotnanar:
Brúka 2 springformar, tegna formin eftir botninum á bakipappír...Píska eggjahvítanar og melis væl saman
blanda makrónraspi saman við
Smyr síðan marengsi á plátuna, royn at smyrja tað á, har sum tú hevur tegna formin á.....Luftovn 125, í 1 tíma og 15 min...

Ìsurin:
Píska eggjablommurnar fyri seg
píska róman fyri seg
blanda síðan eggjablommurnar í róman, og blanda flormelisi og vaniljusukuri saman við.
sker cruince í bitar, blanda tað saman við, og stoyt so ísin á marengsbotnin og legg so ein botn omaná aftur, tá tú hevur stoytt ísin í springformin...Bíða til botnanar eru kølnaðir....

Set ísin í boksina í nakrar tímar
Best at gera dagin áðrenn tað skal brúkast...

Eg baki altíð 2 botnar, men brúki 1 , og geri dupult av ísi og koyri 4 stk cruince í, bara ein botn og ongan omaná.. ;)

Send eina viðmerking