Sjokoláta muffins v/ nougatkremi
Tilfar
Sjokoláta muffins
200g mjøl
150g smør
125 sukur
2 tsk bakipulvur
2 tsk vanilji sukur
1 spsk kakao
saftin & skali frá einari appilsin
Nougatkrem;
150g sukur
1 spsk vatn
1 knívspíðs natron
2½ dl fløta
Mannagongd
sjokoláta muffins;
1. alt tilfari verur rørt saman
til eitt lætt og bleytt deiggj.
2. koyr deiggi í muffins formar, fyll
teir hálvar.
bakað teir í 10 min mitt í ovninum á 180 gradir,
við luft.
tá kakurnar eru kaldar, skal kremi á.
nougatkrem;
smelta sukri og vatn í einari grytu til sukri er ljósabrúnt.
koyr síðani natron meðan tú rørur í.
hell tað smeltaða sukur massuna á eina smurda bakiðplátu
og lat tað kølna.
knúsa sukurmassuna við einari kakurullu. píska flødan og vend sukurmassuni í flødan.