Sunnari og lekrari flak

Arni Zachariassen hevur lagt hesa uppskriftina út

16. mai, 2011

Bólkur: Fiskur Fiskarættir

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

4-6 toskaflak (ella líknandi hvítan fisk)

Salt og pipar

50 gr av smøri

50 gr av corn flakes

50 gr av rasp

4 sps olivinolja

2 sps persilla

2 sps (uml) blandaðar urtir (koriander, basilikum, timian og oregano, til dømis)

4 bátar hvítleyk

Uppskriftin er til 1-2 persónar

Mannagongd

Gerst tú eitt sindur nervøsur tá ið tú koyrur margarinið á pannina fyri at steikja flak? Byrjar tú at trippa tá ið smeltið verður stoytt útyvir tallerkin? Hugsar tú bara um renniskógvarnar sum tú setur steintoyið inn í uppvaskimaskinuna? Eisini eg. Og tí vil eg deila hesa avbera lekru og deiliga sunnu flakuppskriftina. Fiskurin verður ikki steiktur á pannuni, men verður bakaður og lutfalsliga lítið feitt verður brúkt (og tað, sum verður brúkt, kann lættliga skiftast út við olju, um tað skal vera).

Hendan uppskriftin varð upprunaliga funnin á http://angiesrecipes.blogspot.com/2011/03/cornflakes-encrusted-baked-cod-fillets.html, umsett og tillagað til føroyskt og tað er har myndirnar koma frá.

Eg brúkti fryst flak, sum var lutfalsliga tunt. Um tú hevur ófryst flak, kanska av tjykra slagnum, mást tú tillaga tíðina í ovninum hareftir (og tí kann eg tíverri ikki hjálpa tær við).

Um tit eru fleiri enn 2 fólk, so skuldi verið lætt nokk at vaksið um mongdirnar av tilfarið, sum skal nýtast.

Hita ovnin til 210 stig.
Smyr eitt eldfast fat lættliga við olivinolju.
Smelta smørið (til dømis í mikroovninum) í einum bolla.
Blenda smørið, corn flakesið, raspið, olivinoljuna, persilluna, hinar urtirnar og hvítleykin í hvirluni.
Legg fiskin í fatið. Um hann hevur skræðu, vend henni niðureftir.
Stroy salt og pipar oman yvir flakini og legg corn flakes-blandingina javnt omanyvir við eini skeið. Trýst niður við skeiðini, so blandingin liggur fast.
Baka mitt í ovninum í 20 minuttir ella inntil blandingin er gylt brún og fiskurin er gjøgnumsteiktur.

Send eina viðmerking