Dupultar, bleytar ingifer cookies

Jórun Pólsdóttir D hevur lagt hesa uppskriftina út

11. juli, 2011

Bólkur: Bakstur Smákøkur

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

Hesar køkurnar taka eina løtu at gera, serliga um man ikki eigur ingifersirupp sum skal í fylluna, tí tað er ikki vanligt á hyllunum í FO. Men tað er lætt at gera sjálv/ur; leita eftir "Krystalliserað ingifer/Ingifer siruppur". Hann heldur sær væl, so ger

80 minuttir at gera

Uppskriftin er til 1-2 persónar

Mannagongd

Hita ovnin 175 stig, vanlig ovn funktión

Sálda mjøl, krydd, bakipulvur og salt saman í eina skál og blanda saman.
Í eini stórari skál, rør bleyta margarinið og sukrið væl saman til tað er luftugt og kremut.
Rør egg í deiggjið. Tað tað er gjørt, rør siruppin og vatnið í.
Stoyt síðan mjølblandið í - eitt sindur í senn, og elt.

Tá deiggjið er samankomið, rulla til kúlur til støddar sum ein valnøt - ansa eftir at allar eru eins stórar, so tær passa saman - og set á bakiplátu klædda við bakipappíri.
Trýst kúlurnar flatar og javnar við at banka tær varliga niður við fingrunum. (Deiggjið er rættiliga bleytt; væta hendurnar eitt sindur við køldum vatni um tú slett ikki fært arbeitt við tí. Far annars hóvliga fram, so skuldi tað gingið.)
Baka mitt í ovninum 8-10 min.
Læt køkurnar kølnað á plátuni minst 5 min áðrenn tú flytir tær at kølnað.

Fylla:

Rør margarinið í eini skál til tað er heilt kremut. Rør flormelis í, eitt sindur í senn, til tú hevur eitt bleytt smørkrem. Men smørkremið enn er heilt bleytt, rør siruppin og vaniljuessensin uppí. Tá smakkurin er væl rørdur út í, koyr meira flormelis í. Kremið skal vera í stívara lagi, tó so skal tað vera nóg bleytt til at spreiða og hefta í køkunum.

Tá køkurnar eru kølnaðar, legg køkarnur saman tvær og tvær við fylluni.

Send eina viðmerking