Krystalliserað ingifer/Ingifer siruppur

Jórun Pólsdóttir D hevur lagt hesa uppskriftina út

11. juli, 2011

Bólkur: Annað Dressingar og ymiskt

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

200 g frískt ingifer, skrellað og skorið í smáar terningar

Eins stóran volumen av sukur

Vatn

60 minuttir at gera

Mannagongd

Koyr ingifer í eina lítla grýtu. Koyr ivaleyst av vatn í. (Minst til at ingifer er sterkt. Minni vatn tú koyrir í, sterkari verður ingifersmakkurin.) Kóka í uml hálvan tíma, ella til ingiferið er blivið eitt sindur bleytt.

Skalt tú krystalliserað ingifer:
Týdningarmikið at ingiferð er skorið sera smátt áðrenn tað verður kókað, so tað ikki gerst ov sterkt.
Stoyt vatnið frá. Lat bert eitt lítið sindur vera eftir, uml 3 spsk. Lat sukur í, og lat vatnið, sukrið og ingiferi kóka inn. Rør av og á. Tá tað er kóka tjúkt mást tú røra áhaldandi í grýtuni, og lat kóka turt. So skjótt sum seinasta vætan fordampar, sløkk undir grýtuni.
Lat kølnað eina løtu, og heinta kandiseraðu ingiferpettini úr grýtuni og goym í krukku. (Sukrið sum er eftir í grýtuni verður koyrt burtur.)

Skalt tú kóka sirupp:
Lat sukur í grýtuna. Lat vatnið, sukrið og ingifer kókað inn. Hetta skuldi tikið uml 20 min, men hald væl eyga við grýtuni og rør í. Tá tú rørir og tilfarið er tjúknað. og tú kanst taka sleivina upp úr grýtuni, og sukurtæðrir byrja at hanga eftir og stívnað eitt pikkalítið vet, sløkk beinanvegin undir grýtuni, so sukrið ikki byrjar at krystalliserast. Stoyt í glaskrukku.

Send eina viðmerking