Gratineraður pastarættur við bacon

Frk. Joensen hevur lagt hesa uppskriftina út

11. juli, 2011

Bólkur: Annað Pastarættir

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

200 g pastaskrúvur

200 g bacon í tern

1 stóran leyk

1 purra

1 dl ertrar

3 egg

1 pk róma (250 ml)

6 cherry tomatir

Rivin mozarella ostur

1½ tsk salt

1 tsk pipar

40 minuttir at gera

Uppskriftin er til 1-2 persónar

Mannagongd

Kóka pastaskrúvurnar eftir vegleiðing á pakkanum. Set komfýrin á 200 gradir.

Sker leykin ín terningar og purruna í tunnar ringar. Steik bacon á pannu í umleið 5 minuttir, koyr síðani leyk og purru á pannuna saman við baconinum og steik víðari í 5 minuttir meðan tú rørir í av og á.

Smyr eitt eldfast fat vit smør og tá pastaskrúvurnar eru liðugt kókaðar, hellir tú alt vatnið frá og koyrir pastaskrúvurnar í eldfasta fati. Stoyt bacon, leyk, purrur & ertrar javnt útyvir pastaskrúvurnar.

Píska róman eitt sindur, koyr síðani mjólk, egg, salt og pipar í og píska víðari eina løtu. Stoyt blandingina í eldfasta fatið og set tað inn í hitaða ovnin í 15-20 minuttir. Sker cherry tomatir í skivur, tak so fatið út aftur og legg tomatiskivurnar á rættin og drússa so við rivnað ostinum omaná. Set fatið í ovnin aftur, hesaferð í 15 minuttir. Eftir tað er rætturin klárur til at verða serveraður.

Send eina viðmerking