Sloppy Joes

Frk. Joensen hevur lagt hesa uppskriftina út

23. juli, 2011

Bólkur: Kjøt Oksakjøt

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

500-600 g hakkað oksakjøt

1-2 spsk Olivenolju (til steiking)

0,5 dl brúnt farin/putursukur

1-2 spsk allround krydd (ella líknandi)

1 leyk

1 reyð piparfrukt

1 spsk reyðvínseddiku

1 spsk worchestershiresauce

1 dós hakkaðar tomatir

2 spsk tomat-past

20 minuttir at gera

Uppskriftin er til 4-6 persónar

Mannagongd

Ein sera góð vikuskiftis máltíð, ið er løtt at gera og væl hóskandi til børn.

Set miðalstóra grýtu á heita plátu. Koyr olivenolju í grýtuna, tá oljan er hita upp skalt tú koyra oksakjøtið í og lata tað blíva heilt brúnkað. Meðan tú brúnkar oksakjøt kanst tú skera piparfrukt og leyk í smáir bitar. Tá oksakjøtið er brúnkað skalt tú koyra Allround krydd (ella líknandi krydd) og putursukur í og røra runt. Koyr síðani leyk - og piparfrukt bitarnir í. Set plátuna á miðal hita og koyr reyðvínseddiku og worcheestershiresauce í, og lat blandingina simra í eini 5 minuttir. Koyr tomatpaste & hakkað tomatir í, rør runt og lat simra í 5 minuttir afturat.

Nú er kjøtblandingin til reiðar, hita so burgarabollarnir upp í 2 minuttir í heitum ovni. Sker bollarnir í helvt og smyr teir innan við smør, koyr eitt sindur av kjøtblanding ímillum hvønn burgarabolla og drússa eitt sindur av rivnum osti útyvir kjøti í hvørjum bolla. Klappa bollan saman og servera.

Send eina viðmerking