Bláberjacupcakes v/ smørkremi (24 stk)
Tilfar
300 g sukur
200 g smeltað margarin
6 egg, samanpískað
375 g mjøl
250 g bláber
2 tsk bakipulvur
1 tsk vanilju ekstrakt
mjólk, uml 1 dl
eitt nipp salt
500 g Vita plantumargarin, stovuhita
500 g florsukur
1 1/2 spsk vaniljuekstrakt, ella eftir
70 minuttir at gera
Uppskriftin er til 1-2 persónar
Mannagongd
Hita ovnin 175 stg
Blanda mjøl, bakipulvur og salt væl í eini skál.
Í stórari skál, blanda sukur, vaniljuekstrakt og smeltað margarin (má ikki vera ov heitt). Rør samanpískaðu eggini í, og ein sjatt av mjólk.
Vend varliga turra tilfari og bláberini í.
Fordeil deiggjið í 24 cupcake formar, og baka í heita ovninum uml 25 min.
Píska margarin í rørimaskinu í nakrar min til tað er bleytt og luftugt. Lat síðan florsukri, salt, vaniljuekstrakt og evt fruktlit í. Longri smørkremi verður pískað, bleytari og luftigari blívur tað, so tað má gjarna standa eini 15 min og píska við fullari styrki.
Tá køkurnar eru kølnaðar, spreið smørkremi omaná. Um tað liggur væl fyri við sproytuposa, er vakurt at sproyta smørkremi við stórari stjørnu.
Men um tú ikki hevur so nógva venjing við at sproyta, spreið smørkremi við knívi ella lítlum spatli, og ger smáar tilvildarligar snirklar, so flatan sær eitt vet óruddilig út við smáum toppum.
Pynta evt við frískum bláberjum, við at leggja trý bláber saman á miðjuna á hvørja køku.