Marmor kakan
Nadja Tróndardóttir hevur lagt hesa uppskriftina út
24. oktober, 2011
Bólkur: Bakstur Formakøkur
Atkvøður:
Tilfar
Deiggj:
125 g. Margarin
175 g. flormelis
2 egg
250 g. mjøl
3 tsk. bakipulvur
½ dl. mjólk
Myrkt deiggj:
3 spsk. kakao
1 tsk. vaniliusukur
3 spsk. melis
2 spsk. mjólk
(plagi at brúka vanligt melis staðin fyri flormelis)
Mannagongd
Margarini rørist bleytt. Sigta flormelis dryssast í. Heil egg verða tilsett - eitt á gangin. Mjøl og bakipulvur sigtast í deiggji rørist saman skiftivís við mjólkina.
Gott 2/3 av deiggji leggist í ein smurdan form. Ì restina av deiggjinum rørist kakao, vaniliusukur, melis og mjólk. Tað myrka deiggji verður lagt omaná ljósa deiggji.
Kakan skal í kaldan ovn. Bakitíð 55 min á 175 gradir