Egg í bacon-wrap

Frk. Joensen hevur lagt hesa uppskriftina út

9. februar, 2012

Bólkur: Annað Skjótir heimarættir

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

1 pk bacon í skivum

6 egg

rivnan cheddar ost

frískan purleyk

Salt

pipar

(eldfastan muffinform)

20 minuttir at gera

Uppskriftin er til 1-2 persónar

Mannagongd

Hetta er eitt gott alternativ til ein øðrvísi morgunmat.

Set ovnin at hita upp á 180 gradir celsius. Steik bacon-skivurnar eitt lítið sindur á einari pannu (tey skulu ikki vera 'crispy' men enn vera nokk so bleyt tá tey eru liðugt stokt).

Legg tær lætt-stoktu baconskivurnar niðurí 6 holur av muffin-forminum (á myndini sæst hvussu man skal leggja bacon í, myndin vísir tó eina størri portión enn hesa eg greiði frá her).

Tá tú ert liðug/ur at leggja bacon pent í holurnar, brót so eitt heilt egg og koyr tað direkta niður í eina av holunum har baconi liggur í (sí mynd), ger tað sama fyri tey næstu 5 eggini.

Tá øll eggini eru komin uppá pláss í muffin-formin, krydda so við eitt sindur av salt og pipari. Drússa so rivnan cheddar ost útyvir eggini (eftir tørv), og drússa so smábitar av purleyki útyvir sum tað síðsta kryddið (um tú ikki eigur frískan purleyk inni, so ber tað eisini til at krydda við eitt sindur av timian ístaðin).

Set muffin-formin inn í ovnin í umleið 12 minuttir. Tak muffin-formin út og loys eggini í bacon upp úr holunum varliga við einum knívi. So er klárt at eta.. vælgagnist!

Send eina viðmerking