Stúving
Tilfar
ca. 300 gr. av gularótum
ca. 300 gr. av hvítkáli
eina roykta medistarapylsu
ca. 50 gr. av margarini
60 minuttir at gera
Uppskriftin er til 4-6 persónar
Mannagongd
Tú sker gularøturnar í smátt og tað sama við hvítkálinum, sum tú kókar saman í umleið hálvan tíma.
Ímeðan hetta kókar, sker tú pylsuna í bitar, sum man kann koyra í munnin.
Tá gularøturnar og hvítkálið hava kókað í 30 tíma, stoytir tú alt innihaldið (eisini vatnið) í eitt fat. Tú skalt brúka grýtuna at gera mjólkasós við. Smelta margarinið í grýtuni og ger sós við soðnum frá gularótunum og hvítkálinum. Tá tú heldur, at tú hevur fingið nokk av sós, stoytir tú vatnið frá gularótunum og hvítkálinum og koyrir alt í grýtuna.
Lat tað standa í eini 10 min.