Lakres brownie
Arni Zachariassen hevur lagt hesa uppskriftina út
16. mars, 2012
Bólkur: Bakstur Skuffikøkur
Atkvøður:
Tilfar
150 g smør
3 dl sukur
2 egg
1½ dl mjøl
2 tsk vaniljusukur
½ tsk salt
4½ spsk kakao (ikki søtt)
3 lakres Yankie Bar (120 g), hakkað í miðalstórur bitar
40 minuttir at gera
Uppskriftin er til 6-8 persónar
Mannagongd
Legg bakipappír í ein brownie-form. Tvs. eina lítla skuffu, á uml. 27x17.5 cm. Keypti mína í Miklagarði.
Set ovnin á 200 stig.
Smelta smørið og lat tað kølna eitt sindur.
Píska eggini og sukrið saman so deiggið blívur luftkent. Tað átti at tikið einar 5 minuttir. Koyr so restina av tilfarinum, uttan Yankie Barrini, í og rør saman.
Legg Yankie Bar bitarnar í formin, breið teir javnt út og hell deiggið útyvir. Slætta eitt sindur, hvis tað er brúk fyri tí. Kakan sær betri út um Yankie Bar bitarnir eru fjaldir av deigginum, haldi eg.
Baka í 20-25 minuttir.
Uppskriftin er tillagað frá Cute Carbs: http://cutecarbs.com/2011/10/brownie-med-yankie-bar/ Ein harðliga viðmældur og orduliga lekkur matbloggur, sum ein føroysk madamma í Danmark umsitur. Myndin er eisini har frá.