Fiskarættur v. basillikum

Heini Festirstein hevur lagt hesa uppskriftina út

11. apríl, 2010

Bólkur: Fiskur Fiskarættir

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

1 kg Fisk (tosk ella hýsu)

200 g Rækjur

1 dl. olju

3 dl. hvítvín

Gularøtur

Hvíttkál

Salt

Basilikum

Pasta

Hvítleyksmør

1-2 pk. matgerð róma

Flutes

30 minuttir at gera

Uppskriftin er til 4-6 persónar

Mannagongd

Sker fiskin í bitar, og krydda hann við basilikum og salt. Legg síðani fiskin í eina grýðtu, har 1 dl. av olju og 3 dl. hvítvín er í grýtuni. Lat tað smákóka (lágan hita) í uml. 20-25 min. Ríva eina gularót niður í grýtuna, koyr rækjur og matgerð róma í grýtuna. Har tað stendur og smákókar uml. 10 min afturat.

Kóka pasta og koyr í eitt fat, og stoyt fiskagrýtuna útyvir og servera!

Hækka hvíttkál og ríva gularøtur í sum skal serverast fyri seg. Koyr eitt sindur av krydda olju útyvir.

Ger hvítleykssmør, pressa 4-5 fet á eina skál, saman við 300 g. av smør. Mosa tað við einum gafli. Set tað í køliskápið í ein tíma, og servera tað fyri seg saman við heitum flutes.

Send eina viðmerking