Ein lekkur Chili con Carne
Tilfar
1000 g hakkað oksakjøt
3 stór fet av hvítleyk
4 stórir leykir
1 dós hakkað tomatir
1 lítil dós tomatpuré/tomatpasta
1 dós baked beans
1 dós kidney beans
3-4 spsk reyð jalapenos (úr glas frá Santa Maria)
2 spsk brúnt farin
2-3 tsk salt
1 tsk chil
40 minuttir at gera
Uppskriftin er til 4-6 persónar
Mannagongd
(Notur: Hetta er ein stór portión, nokk til fleiri fólk. Eg brúki jalapenos úr glas, tí tær eru ikki eins sterkar og so eru tey longu bloyttar og skulu ikki gjøgnumkókast í eins langa tíð í rættinum sum ein fesk jalapenos skal. Tað kostar eitt sindur at keypa øll kryddaríini inn, men tey halda í langa tíð og so eigur man inni til fleiri tær næstu ferðirnar man ætlar at gera chili con carne)
Brúnkað oksakjøtið í eitt sindur av margarin ella olju, pressa hvítleykin og koyr í, hakka leykin og jalapenos í smá stykkir og koyr í. Lat simra eini 5 min, koyr síðani hakkaðar tomatir, tomatpuré, baked beans í. Opnað dósina við kidney beans og stoyt sevjuna vekk og koyr bønirnar í rættin. Koyr brúnt farin í og eisini alt krydd (salt, chilipulvur, oregano, spidskommen og koriander). Upploys 2 terningar av oksekødskraft í 1 dl av heitum vatni. Hakkað 1/4 plátu av myrkari sjokolátu í fín pettir og rør tað so í rættin. Lat rættin simra víðari meðan tú kókar jasminrís ella basmatirís.