Kokuskaka

Heini Festirstein hevur lagt hesa uppskriftina út

13. apríl, 2010

Bólkur: Bakstur Skuffikøkur

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

150 gr av smøri

4 egg

500 gr sukur

6 súpsk kakao

2 tesk. av vaniljusukur

175 gr hveitimjøl

Kokusblanding:

200 gr kokusmjøli

170 gr av sukri

1 dl ljósum siroppi

1½ dl av róma

75 gr av smøri

60 minuttir at gera

Uppskriftin er til 8-10 persónar

Mannagongd

Smelta smørið í einari grýtu
Píska eggini og sukri til tjúkt skúm
Píska smørið í
Blanda hveitimjølið, vaniljusukurið og kakao saman. Sálda og rør varisliga í eggjaskúmið og koyr deiggið í eina stóra bakarovnsskuffu, sum er klødd við bakaipappíri.
Hita ovnin til 200 og baka mitt í ovninum í uml. 15 min

Kokusblanding:
Koyr alt tilfarið til kokusblandið í eina grýtu og lat kóka í uml 5 min,
Tak køkuna út úr ovninum, tá ið hon hevur bakað í uml 15 min.
Smyr kokusblandingina omanyvir.
Set køkuna innaftur í ovnin at baka í 10-12 min.
Sker sunduri passalig stk

Send eina viðmerking