Mini sandwich við rækjum og mynte

Heini Festirstein hevur lagt hesa uppskriftina út

14. apríl, 2010

Bólkur: Annað Sandwich

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

Fylla:

300 g. rækjur

¼ agurk (ca. 100 g)

300 g. frískar ertrar

200 g. rómaost við hvítleyk 29,5%, t.d. Buko® Garlic

100 g. súrróma 9%

1 spsk. olivenolja

1 spsk. sitrónsaft

1½ spsk. grovt hækka frískt mynte

¾ tsk. grovt salt

frískt kvørna pipar

50 minuttir at gera

Uppskriftin er til 10-12 persónar

Mannagongd

Turka rækjurnar við einari køksrullu ella viskustykki. Sker agurkuna í smáðar bitar og smákóka ertrarnar.

Rør rómaostin saman við súrrómanum . Koyr olivenolju, sitronsaft, mynte, salt og pipar. Koyr síðan rækjur, agurk og ertrar i dressingin - vend alt gott saman.

Deila fylluna í 6 sandwiches. Pakka teir gott inn og stilla teir í køliskápið í eitt døgn. Sker kantanar av við einum góðum knívi, og sker hvønn sandwich í 4 bitar. Pynta við rækjum og ertrum.

Send eina viðmerking