Kotulettur í fat v. piparfrukt

Heini Festirstein hevur lagt hesa uppskriftina út

14. apríl, 2010

Bólkur: Kjøt Svínakjøt

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

1 spsk. olju

2 leykir í skivum

500 g. soppar í skivum

1 gula piparfrukt í strimlum (uml. 125 g)

1 grøna piparfrukt í strimlum (uml. 125 g)

½ liter grønsagsbouillon

1 dós tomatpuré (uml.140 g)

1 tsk. paprika

2 dl. súrróma 9%

1 tsk. salt

1 tsk. Pi

30 minuttir at gera

Uppskriftin er til 2-4 persónar

Mannagongd

Koyr oljuna á eina heita grýtu. Svitsa leyk og soppar í uml. 2 min. Koyr síðan piparfruktir og svitsa tær i uml. 1 min. afturat.
So koyrur tú grønsagsbouillon, tomatpure og paprika í grýtuna. Lat rættin smákóka í 2 min.
Síðan koyrur tú róma, salt og pipar í grýtuna. Javna sósina um tað er neyðugt, og lat alt kóka eina løtu, og smakka til um meira salt ella pipar skal í.

Koyr olju á eina pannu og bruna kotuletturnar uml. ½ min. á hvørjari síðu. Legg tær í eitt smurt ovnfast fat, og koyr síðan alt í grytuni útyvir.

Set fati mitt í ovnin. uml. 15 min. ved 250°.

Send eina viðmerking