Brownies

Heini Festirstein hevur lagt hesa uppskriftina út

14. apríl, 2010

Bólkur: Bakstur Skuffikøkur

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

Kaka uml. 20- 40 stk.

250 g. smør

150 g. myrk sjokulata (uml. 50% kakao) í smápettir

4 egg

250 g. sukur (uml. 3 dl)

150 g. hveitimjøl (uml. 2½ dl)

3 spsk. kakao

200 g. hakka valnøddukjarnir

25 minuttir at gera

Uppskriftin er til 2-4 persónar

Mannagongd

Smeltað margarin í eini grýtu ella brúka flótandi Becel.
Pískað margarin/Becel og sukur saman.
Pískað eggini í, eitt í senn.
Sálda
kakao, vaniljusukur og salt í og rør saman við restini.
Rør til seinast mjølið í - eitt sindur í senn.

Bakað á 175 stigum í 25 - 30 min.

Omaná
Smeltað uml. eina spsk av margarin í eini grýtu
stoyt margarinið í eina skál og rør skiftivís florsukur og kakao í.
Tá glasururin hevur fingið ein eitt sindur tjúkkan konsistens, so stoyt ein dropa av mjólk í, og rør meir. Um neyðugt, so blandað meir florsukur og kakao í.
Smyr glasurin omaná kakuna, meðan hon enn er heit.

Kakan skal verða eitt sindur "niðurfallin" - soleiðis eru brownies.
Kakan er framvegis líka góð eftir 2-3 døgum..

Send eina viðmerking