Nøddupaneraður fiskur við squash

Heini Festirstein hevur lagt hesa uppskriftina út

15. apríl, 2010

Bólkur: Fiskur Fiskarættir

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

1 laks uttan skinn og bein (uml. 600 g)

1 tsk. grovt salt

frískt kvørna pipar

10 g smelta smør

1 dl grovthakkaðar hasselnødkjarnir

¼ liter matróma 18%

1 spsk. ríva citronskal

2 knúst fet av hvítleyk

1 dl. ríva parmesanost

3 squash (uml. 700

40 minuttir at gera

Uppskriftin er til 4-6 persónar

Mannagongd

Sker laksin í 4 bitar. Legg í eitt eldfast fat (uml. 20 x 40 cm). Dryssa salt og pilar útyvir laksin. Drippa smør og dryssa nøddir omayvir.
Blanda róma, sitrónskal, hvitleyk og ost samman. Koyr síðan rómabandi í fati við laksinum. Set fati mitt í ovnin. uml. 10 min. á 225°

Skola squash og høvla í langar bánar, tú kann brúka ein eplaskrellara. Legg í eitt fat, og koyr 1 litur av kóka vant omanyvir, koyr eitt sindur av salt omanyvir, og vend runt. Tak síðan squashinar upp, og legg tær á eina skál, og dryssa ost omanyvir.

Send eina viðmerking