Heit høsnarungasalat

Sólrun H. Olsen hevur lagt hesa uppskriftina út

20. apríl, 2010

Bólkur: Salat Kyllingasalat

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

2 høsnarungar

2 gl soppum

2 pk flesk í bitum

2 pk róma

1 fl barbecue sós

1 pk peanuts

Mannagongd

Kóka høsnarungan, loys kjøtið frá beinunum, og legg tað í eitt eldfast fat.

Síðani skulu fleskabitarnir og sopparnir steikjast á einari pannu, áðrenn teir verða stoyttir yvir høsnarungakjøtið.

Rør róman og barbecue sósina saman og stoyt tað omaná.

Oman á skulu nøturnar.

Set ovnin á 180 stig (luft).

Fatið skal vera í ovninum í uml. 25-30 minuttir.

Send eina viðmerking