Lasanja - 4 til 6 fólk

Unn F. Gaarbo hevur lagt hesa uppskriftina út

21. apríl, 2010

Bólkur: Annað Pastarættir

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

Kjøtsós:

2 leykir

200 g av gularótum

400 g av malnum neytakjøti

1 bát av hvítleyki

2 stelkar av blaðsellarí ella 100 g av rótsellarí

1 dós av tomatúrdrátti (70g)

5 dl av vatni

1 neytabótarmola

1-2 tesk. av oregano ella meriani

Salt og pipar

B

Mannagongd

Kjøtsós:
- Sker leykirnar smátt, riv gularøturnar grovt og brúnka í einar grýtu saman við kjøtinum, til kjøtið hevur skilt seg, og leyjurin er klárur
- Sker hvítleykin smátt ella pressa hann í
- Sker blaðsellaríið í tunnar flísar ella rótsellaríið í puntar og koyr í saman við restini av tilfarinum
- Lat kjøtsósina kóka undir loki í uml. 15 min.
- Smakka kjøtsósina til við salti, pipari og oregano ella meriani

Bechamjølsós:
- Set mjólkina útá at kóka og rør javningin í, tá ið mjólkin er komin uppá kók (tak grýtuna av plátuni, meðan tú rørir javningin í)
- Lat sósina kóka í uml. 5 min., meðan tú rørir í
- Smakka sósina til við salti, pipari og stoyttum muskatti

Lasanja:
Legg kjøtsós, bechamjølsós og lasanjuplátur skiftandi í eitt ovnfast fat. Byrja við kjøtsós, síðani lasanjuplátur, aftur kjøtsós, bechamjølsós, lasanjuplátur o.s.fr. Enda við bechamjølsós og stroy ostin omanyvir
- Hita ovnin 200gr og set fatið mitt í ovnin í 45 min.

Send eina viðmerking